Leygardagin 15. desember fyllur ein rættur klaksvíkingur 60 ár. Er hann nevndur er hann kendur. Hann er heldur einki minni enn ein býarmynd í Føroya næststørsta býi. Hann er og hevur verið so nógv, at tað er torført at finna rætta orðið, sum einsamalt dekkar henda sjarmerandi, fjølbroytta og stuttliga klaksvíkingin.
Talan er um Sonhard Johannessen, sum gjørdist sjónvarstjørna á “gamansaldri” og heimskendur í øllum Føroyum í sendirøðini “Fólksins rødd”. Tey eru mong, bæði í Klaksvík og kring oyggjarnar, sum gjøgnum árini hava verið unt manga stuttliga og skemtiliga løtu saman við hesum sprelska og ótrúliga hittinorðaða klaksvíkinginum.
Hansara lívsleið hevur verið fjølbroytt. Eftir lokna skúlagongd leitaði Sonhard – sum tá flest allir ungir garpar, sjógvin. Eitt tíðarskeið starvaðist hann sum timbursmiður hjá Klaksvíkar Byggivirki. Starvaðist síðani eitt drúgvt tíðarskeið hjá Føroya Bjór, har hann var í nærum 30 ár. Hesi seinastu árini hevur Sonhard starvast sum truckførari á Høvdavirkinum í Leirvík.
Sonhard hevur eisini í síni frítíð verið sera virkin og gjørt sítt til at gera Klaksvíkina til eitt livandi og gott stað at búgva í. Hvar hevur hann ikki sett síni spor - og orð - hugsið bara um tónleikin, um billardið, um fótbóltin og um klubbalívið.
Sonhard hevur verið virkin tónleikari/trummuspælari/sangari í mong ár. Hann var við til at mynda bólkar sum eitt nú “Swallows/The Birds”, ið var vælumtøkta húsaorkestrið í dansistaðnum Atlantis í 70´unum. Seinni var hann ein av manningini í “svaka” tónleikabólkinum “Ólavur Presley and his Dirty Ragg Raggs”. Av teimum meira friðaligu tónleikabólkunum, ið Sonhard var limur í, kann nevnast “Countrybólkurin”, har Sonhard eisini var ein av stovnarunum.
Sonhard hevur verið við til at mynda toppin innan billard í Føroyum tey síðstu mongu árini og gjørdist FM vinnari fyri einstaklingar í árinum 2000. Eisini FM kappingina fyri lið hevur Sonhard mangar ferðir verið við til at vinna, fyri ikki at tosa um mongu steypini hann hevur ognað sær sum ein av bestu spælarunum í Klaksvíkar Klubba og seinni í Klaksvíkar Billardfelag. Tað neyva og gløgga eygað og tann lætta og liðiliga billardhondin hava gjørt manga løtuna kring billardborðið fangandi og til sanna frøði fyri áskoðarar, og ikki minst hava tær knappu og beinraktnu glósurnar mangan fingið upplivingina at ganga upp í eina hægri eind. Mong eru plettskotini fyri ikki at tala um plettstoytini. Billardið gjørdi Sonhard kendan og væl avhildnan kring oyggjarnar. Men tað mundi vera hansara entré inn í ein annan undirhaldsheim, sum gjørdi hann mest kendan.
Sonhard gjørdist nevniliga heimskendur í Føroyum, tá hann var við í sjónvarpsrøðini “Fólksins Rødd”. Við sínum speiðsemi og sera skemtingarsomu viðmerkingum fór hann beina leið inn í hjørtuni á sjónvarpshyggjarunum. Eftir hettar var Sonhard móttikin við opnum ørmum, allar staðir hann kom í landinum.
Sonhard er ein Countryfreak, ja ein av teimum heilt stóru í Føroyum, har serliga Hank Williams senior er hansara stóra fyrimynd og sum liggur hansara hjartað sera nær. Hann eigur eisini sín part av mangari góðari dansiløtu.
Sonhard hevur eisini verið felagsmaður um ein háls. Í samfull 30 ár røkti hann sessin sum nevndarformaður í Klaksvíkar Klubba.
Og vit steðga ikki her heldur. Sonhard hevur spælt við KÍ og er ein ordans KÍ elskari. Eitt skifti spældi hann eisini á sonevnda “Gull-liðnum” (4. deild) hjá hondbóltsfelagnum Stjørnuni.
Hesin sera fjølbroytti og virkni klaksvíkingurin kann á føðingardegnum vera errin av sínum leiklutum tey mongu seinastu árini.
Sonhard og Hervør eiga tvær døtrar og fimm abba - og ommubørn, sum ríka teirra lív.
Vit vilja ynskja Sonhardi hjartaliga tillukku á 60 ára føðingardegnum, og Harrans ríku signing.
----------
Heilsan
Vinirnir.