Songrøddin í høvuðsstaðnum

Leygarkvøldið fara 9 sangara og bólkar at kappast um eitt finalupláss í Ársins songrødd

 

Leygarkvøldið verður triðja innleiðandi umfarið í Ársins songrødd. Hetta umfarið verður í Badmintonhøllini í Havn og 9 sangarar og bólkar fara at luttaka.

Higartil eru fýra luttakarar komnir í finaluna, har samanlagt 10 fólk ella bólkar verða við.

Í Havn var undirtøkan fyri kappingini so stór, at neyðugt var við tveimum innleiðandi umførum. Men fyri at varðveita býti millum partarnar av landinum, kemur bert ein luttakari víðari frá hvørjum innleiðandi umfari í høvuðsstaðnum.

Tí verður kappingin hørð, tá 9 sangarar og bólkar fara á pallin í Badmintonhøllini leygarkvøldið.


Malan syngur

Sjálv sangkappingin byrjar klokkan 23.30, og um eitt-tíðina sunnunáttina verður vinnarin kosin.

Eftir sjálva sangkappingina verður DJ-show longur út á náttina. Eisini fer songkvinnan, Malan Eyðunsdóttir, at syngja sangir av fløguni, sum hon gav út fyri nøkrum mánaðum síðani. Fleiri av sangunum á hesi fløgu hava verð nógv at hoyrt síðani.

Finalan í Ársins songrødd verður í Badmintonhøllini í Havn leygarkvøldið 9.juni.