Songdal tætt við á útivølli

Føroyingarnir vóru uttanfyri, tá Sogndal var um reppið at greiða javnleik á útivølli ímóti einum av oddaliðunum, og tá besti spælarin hjá Sogndal breyt beinið

 

Tippeliga


Busstúrurin úr Molde og aftur til Sogndal mundi kennast serliga langur og keðiligur mikukvøldið. Føroyska felagið í bestu norsku deildini hevði á útivølli víst eitt fínt avrik. Sambært Sogndal venjaranum, Torbjörn Glomme, vóru teir í longum løtum leikliga á hædd við Molde, og Sogndal hevði fleiri upplagdar málmøguleikar enn mótstøðuliðið.

Molde vann kortini 3?2, og tað var heilt stórur steinur oman á byrðuna hjá teimum í Sogndal, at besti spælarin hjá teimum, Tommy Øren, eina lítla løtu undan leikloki varð borin av vøllinum. Eftir dystin varð á sjúkrahúsi staðfest, at annar leggurin í beininum var brotin, og fremsti álopsspælarin hjá Sogndal verður í hvussu so er ikki við aftur fyrrenn eftir, at kappingin verður hálvrunnin.

Sogndal venjarin var sera harmur:

? Vit hava mist besta spælaran hjá okkum, og eg má siga, at eg havi ongantíð áður sæð eina so andstyggiliga og ljóta takling aftanífrá sum hesa, ið hevði beinbrotið við sær. Eg skilji ikki, at maðurin bara fekk gult kort og ikki reytt.

Neyðardýrið, sum taklaði, eitur Odd Inge Olsen. Eftir dystin ásannaði hann, at taklingin var so mikið ófantalig, at hon átti at havt reytt kort við sær, men hann royndi at undirstrika, at hann so avgjørt royndi eftir bóltinum.

Julian Johnsson er ikki nóg væl fyri at spæla á besta liðnum enn, men nú fer hann aftur at venja við fullari ferð. Kurt Mørkøre var ikki á Sogndal liðnum, og hann varð heldur ikki settur inn, tá Tommy Øren noyddist at fara av vøllinum. Tá varð Kurt Heggestad skiftur inn.

Heiumaliðið kom á odda í 26. minutti. Sogndal álopsmaðurin, Kristian Ystaas, var undan steðginum einsamallur við Molde málverjanum, sum bjargaði. Í 72. og í 74. minutti økti heimaliðið, og so tóktist alt at vera avgjørt.

Men í 78. minutti minkaði miðverjin Christian Kalvenes upp á fríspark úr 30 metrum. Tá var málverjuspælið hjá Molde einki serligt. Í 84. minutti minkaði Tommy Øren um munin til 3?2, tá hann úr ellivu metrum umsetti brotsspark, sum varð gjørt ímóti Alexander Ødegaard, ið eisini var í Sogndal álopinum.

Sogndal trýsti fyri at javna, men tað megnaðu teir ikki, og tveir minuttir fyri leiklok var Tommy Øren borin av vøllinum.

Nú er Sogndal fimti aftast. SIF, sum er aftast, tapti 4?0 á útivølli ímóti Rosenborg. Glimt, sum er næstaftast, vann fyri fyrstu ferð í hesum kappingarárinum. Teir vunnu 1?0 á heimavølli ímóti TIL. Bryne, sum er triði aftast, tapti á útivølli 2?1 ímóti Moss, og Lyn, sum er fjórði aftast, tapti við somu tølum á útivølli ímóti Brann Bergen.