Songbók Føroya Fólks

9. útgáva. Lagt til rættis: Thorben Johannesen

So kom hon aftur, henda dýrabara ogn, sum í meira enn áttati ár hevur fylgt Føroya fólki.

Fyrsta útgávan kom í 1913. Onnur í 1920; tá við væl av broytingum, t.d. vóru útlendskir sangir tiknir úr, og aðrir tiknir úr ella tiknir uppí. So komu við jøvnum millumbilum útgávurnar til 8. útgávu við smávegis broytingum, mest at sangir vóru tiknir úr ella í.

Sum áður nevnt hava føroyingar átt hesa dýru ogn í yvir áttati ár. Men ein partur av songunum er eldri enn so. Meira enn hundrað ára gamlir, heilt frá tjóðskaparfundinum í 1876. Longu tá yrktu teir, yrkingin samtykti við tíðina og umstøðurnar, sum tá vóru. Og yrkingarnar tæntu tjóðskaparrørsluni. Kortini hevur nakað alment verið við hesum yrkingum, ella í hvussu so er nakað føroyskt-alment. Tí enn í dag syngja vit hesar sangir, t.d. »Mítt vakra heim høgt móti norð« (Rasmus Effersøe, 1892) og »Móðurland vil eg teg kalla« (Jóannes Patursson, 1894) líka inniliga, sum teir vóru sungnir tá.

Og nú er 9. útgávan komin, og í rættiliga broyttum líki.

Meginbroytingin er, at undir songunum eru - umframt skaldanøvn, sum eisini vóru í fyrru útgávunum - viðmerkingar og frágreiðingar. Sum Thorben Johannesen sjálvur sigur í formælinum: »?eru upplýsingar um sangirnar, nær teir eru yrktir, hvar teir fyrst eru prentaðir, kanska høvið, teir eru prentaðir til. Orðafrágreiðingar eru settar til tey orð, ið ikki eru vanlig í nútíðarmáli«.

Víða hevur hann farið eftir upplýsingum, fyrstaprentum og øðrum. Umframt tær eyðsýnu keldurnar, bløðini frá Føringatíðindi til tey í dag, tíðarrit og bøkur, hevur hann funnið fram á smáprent og plátur, og enntá leys bløð inni í jólabløðum við fyrstaprenti av songi. Tað er eitt ómetaligt arbeiði, ið her er gjørt, og gott.

Vit hava nú fingið songbókina aftur at nýta, bæði at syngja uppúr, og sum kelda til upplýsingar um viðurskifti hjá okkum úr søguni og fólksins lívi. Og kanska kann hon lætta um hjá bókmentafrøðingum, tá ið teir arbeiða við føroyskum bókmentum, at finna fram á keldur.

Saknur hevur tað verið, tá ið ov langt hevur verið ímillum útgávurnar. Og so kemur hon nú, og í hesum bæriliga búna!