Somu veiðireglur fyri laksin

Á NASCO-fundi í Spania er avtalað, at veiðireglurnar fyri laks í føroyskum sjógvi verða tær somu næsta ár sum undanfarin ár Á 25. ársfundinum hjá NASCO, sum hevur verið í Gijón í Spania, og sum endaði í dag, er avgerð tikin um, at veiðireglurnar fyri laksafiskiskapi í føroyskum sjógvi í 2009 verða tær somu sum undanfarin ár.

Við støði í tí vánaligu støðuni, sum laksastovnarnir sum heild eru í, varð samtykt ikki at áseta nakra kvotu fyri føroyskan sjógv, men taka føroyskir myndugleikar avgerð um at loyva fiskiskapi í føroyskum sjógvi, skulu Føroyar boða NASCO frá hesi avgerð, so NASCO fær møguleika at viðgera føroysku avgerðina í skundi.

Føroyar halda fast um rættin at fiska laks í føroyskum sjógvi. Føroyar átalaðu, at onnur lond framhaldandi loyvi laksafiskiskapi í árum, sum eru illa fyri, samstundis sum somu lond arbeiða ímóti laksafiskiskapi í føroyskum sjógvi.

Føroysk skip hava seinastu 15 árini at kalla ikki fiskað laks. Árini 1980 til 1990 veiddu føroysk skip millum 250 og gott 1.000 tons av laksi árliga. Besta árið var 1981, tá veiðan var 1.025 tons. Síðani 1984/85 hevur NASCO regulerað fiskiskapin í føroyskum sjógvi, sigur fiski- og tilfeingismálaráðið í tíðindaskrivi.