Somu skúlaøki sum kommunuøki

Eftir einum lógaruppskoti, sum mentamálaráðið arbeiðir, verða skúlaøkini samskipað, so tey samsvara við tær ætlaðu 7 - 9 kommunueindirnar. Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum, sigur við útvarpið hjá Kringvarpinum, at ætlanin hjá mentamálaráðnum er, at ein samskipandi skúlaeind skal verða í hvørjum av teimum 7-9 kommunuøkjunum.

Uppskotið hjá mentamálaráðnum gevur kommununum heimild at samráða seg til eina loysn. Men í lógini verður eisini ein freist, har landsstýriskvinnan fær heimild at taka avgerðina um skúlaøkini.

Ætlandi kemur uppskotið um nýggja skúlabygnaðin í hesi tingsetuni, sigur landsstýriskvinnan við Kringvarpið.