Grundstykkjaprísirnir í Sunda kommunu hava verið ógvuliga ójavnar og verið asettir alt eftir, nær tær ymisku útsykkingarnar eru gjørdar.
Á seinast býráðsfundi varð samtykt hava sama pris í stóru bygdunum og ein annan í útjaðarabygdunum.
Í Hósvík, Hvalvík, Streymnesi, á Langasandi, við Norðskála, á Oyrarbakka og á oyri kostar fermeturin nú 200 krónur.
Í útjðaranum Haldórshvík, Tjørnuvik, við Gjógv og í Saksun kosta grundstykkini 135 krónur fermeturin.
Meginreglan er, at ein kommuna ikki loyvi til at selja grundstykki undir kostprís.
Kim Durhuus, borgarstjóri ásannar, at grundstykkini í Sunda kommunu verða seld fyri undir kostprís. Flestu kommunur gera tað sama. Tórshavnar Kommuna er kanska tann einasta kommunan, sum heldur regluna um at selja grundstykkini fyri tað, tey hava kostað at gera byggibúgvin, heldur Kim Durhuus.