Sommer, sum hevur verið sjómaður nógv størsta partin av lívinum, er rituvíkingur. Pápin, Hanus, var sonur Per, sum var ein av niðursetumonnunum í Rituvík. Mamman, Nicolina, var úr Kálvhúsinum á Glyvrum. Tey bygdu yviri á Endanum, sum tað verður nevnt, og Sommer hevur mesta partin av lívinum búð í barnaheiminum.
Nicolina og Hanus fingu tíggju børn: Ninna, Mina, Betta, Dia, Per, Mona, Niggi, Sommer, Henny og Dania. Eftir á lívi eru umframt Sommer tríggjar systrar: Mina, sum býr í Runavík, Dania, sum býr í Rituvík og Henny, sum býr á Toftum.
Sommer kom til mans undir krígnum. Tá ið hann fór fyrsta túrin til skips, var hann átjan ára gamalur. Tað var við Streymoynni, sum Sámal Jákup undir Lindbrekku í Lamba førdi. Teir keyptu fisk í Íslandi og sigldu til bretska marknaðin. Seinni var hann við Suðuroynni, Belluni, William Martin og við Skorðakletti, sum Frederik og Sofus í Rituvík førdu, var hann í trý ár.
Seinni var hann við Vesturvarða, sum Hans Petur í Brekkum á Toftum førdi, við Royndini, sum Palli í Brekkum á Toftum førdi og aftur tvey ár við Hans Peturi, sum tá førdi Havborgina. Sommer sigldi við Hans Paula hjá Mortani í Hvannasundi við Fiskanesi og við Dávuri í Bø, tá ið hann førdi Magnus Heinason. Seinni var hann við farmaskipinum Hólmi, Polarfarinum og Magnusi í Rituvík, og í eitt skifti sigldi hann út frá Skagen. Tá ið Sommer var 24 ára gamalur, tók hann bæði skiparaprógv og longdina, sum tað nevndist tá í tíðini, og við fleiri av skipunum, sum eru nevnd omanfyri, var hann bestimaður.
Eftir mong ár á sjónum legðist Sommer uppi, og tá arbeiddi hann í fleiri ár á Lynfrost. Nú eru fleiri ár síðani, at hann legði arbeiðið frá sær. Hann fylgir væl við í tí, sum gongur fyri seg í samfelagnum, og eitt nú er hann sera íðin viðhaldsmaður hjá NSÍ.