Hann fór heimaífrá í 2004 og ætlar sær at verða heima aftur í 2020. Hesi 16 árini skal Somen Debnath brúka til at súkkla kring heimin, og nú er hann komin til Føroya.
Somen Debnath, sum er ættaður úr India, hevur sett sær fyri at súkkla kring heimin og hann verður ikki heima til nátturða.
Somen setti seg á súkkluna 27. mai í 2004, og síðani hevur hann vitjað í 63 londum. Men ferðin er langt frá liðug enn. Hann heldur fram við ferðini næstu 9 árini, og tá ætlar hann sær at hava verið í 191 londum.
Í løtuni er Somen staddur í Føroyum. Hann kom til landið við Norrønu mikudagin, og hann fer víðari til Íslands seinni í vikuni.
- Eg ælti mær at súkkla eitt sindur runt í Føroyum, bæði har norður og har suðuri, sigur hann.
Somen Debnath stílar eftir at hava súkklað 200.000 kilometrar, tá ið hann kemur á mál einaferð í 2020. Tá ætlar hann sær eisini at hava hitt 20 milliónir fólk.
Higartil hevur hann slitið fýra súkklur niður, og tann fimta varð stolin frá honum í Póllandi nýliga. Sættu súkkluna fekk hann frá einari týskari fyritøku, sum stuðlaði honum.
Somen fíggjar sína ferð við smáum gávum frá sponsorum og einstaklingum. Eisini bjóðar hann seg fram at hava fyrilestrar, har hann kemur fram. Tað ber til at fylgja ferðini og eisini stuðla Somen á heimasíðuni somen2020world.com.
- Fólk hava verið fyrikomandi og fitt allastaðni, har eg eri komin, eg nú eg eri komin til Føroya merki eg, at tit ganga líka høgt upp í familjubond og samanhald, sum vit gera í India, sigur Somen.