Somalisku sjórænararnir kroystir

Nógv bendir á, at altjóða samfelagið hevur fingið bilbukt við teir somalisku sjórænararnar, tí talið á sjóránum við Afrikanska Hornið er minkað nógv tey seinastu árini.

Norska blaðið Aftenposten skrivar, at í 2009 eydnaðist tað sjórænarunum at ræna 46 skip og árið eftir 47. Í fjør gjørdu teir 176 royndir at ræna skip, men bara 25 ferðir høvdu teir eydnuna við sær. Í ár er broytingin nógv størri, tí higartil í ár eru bara fimm skip rænd úti fyri eysturafrikonsku strondini.

Jacqueline Sherriff, sum er talskvinna fyri ES-herskipini við Afrikanska Hornið, sigur við blaðið, at herskipini hava havt nógv minni at gera í ár enn undanfarin ár, og at tey tí hava lagt seg eftir at søkja at støðum uppi á landi, har sjórænararnir hava havt bátar og vápn. Hetta hevur uttan iva verið viðvirkandi til, at tað nú eru næstan fimm mánaðir, síðani tað seinasta skipið varð rænt, sigur hon.

Ein tíðindamaður hjá tíðindastovuni AP, sum hevur verið í Somalia, sigur, at sjórænararnir hava ikki jól og góðar dagar sum fyrr. Hann sigur, at fyrr koyrdu nógvir sjórænarar í dýrum bilum, men at nógvir teirra hava mist bilarnar, tí teir megna ikki at gjalda billánið longur.