Sjálvt um komið var til midnátt, so høvdu rættiliga nógv fólk leitað sær niðan í bókahandilin í SMS, tá sjeynda og seinasta bókin um Harry Potter kom á hillarnar 76 bøkur av frumútgávuni á enskum um Harry Potter fóru um diskin, tá Rit og Rák í SMS skipaði fyri útgávukvøldi náttina til leygardagin. Tá tey flestu høvdu ognað sær útgávuna, fekk týðarin av fimtu og sættu bókini, Bergur Rasmussen, sum eisini skal umseta ta sjeyndu og seinastu, orðið. Hann vísti millum annað á, hvussu ovurhondsstórur áhugin er fyri Harry Potter.
- Tá eg nú ein dagin googlaði á Harry Potter komu ikki minni enn 155 mió. leinkjur fram. Hetta vísir, at hann er eitt fenomen á netinum, eins og Elvis Presley og Beatles í síni tíð vóru tað í útvarpi og sjónvarpi.
Bergur Rasmussen væntar at vera klárur við týðingini síðst í september, og bókin ?Harry Potter and the deatbly hallows? eftir J. K. Rowling skal eftir ætlan vera í bókhandlunum á føroyskum um hálvan november.









