Soltið hjá landsliðsspælarunum

Feløgini hjá bæði Óla Johannesen og Øssuri Hansen taptu í vikuskiftinum í næstbestu donsku deildini

 

Danmark


Tað hilnaðist illa hjá Óla Johannesen og Øssuri Hansen í vikuskiftinum.

Heilt út av lagi illa gekst tað hjá Hvidovre, sum leygardagin var í Randers og spældi ímóti liðnum hjá Atla Gregersen.

Hvidovre var aftanfyri 2?0, tá tað var hálvleikt, og Randers Freja vann ikki minni enn 5?0.

Úrslitið ber við sær, at Hvidovre, sum saman við Peter Schmeichel hevur so høgt mál og stórar dreymar, nú er fjórði aftast. Einki hevur verið at hoyrt um tað í donsku pressuni, men tað skuldi ikki undra, um tað skjótt fer at koma upp á tal at siga ábyrgdarmanninum úr starvi. Høvuðsábyrgdina fyri Hvidovre liðnum í næstbestu deildini hevur fyrrverandi yrkisspælarin í Belgia, Jan Sørensen. Hann er stjóri. Venjari er fyrrverandi TB venjarin Frank Skytte.

Øssur Hansen var á liðnum hjá B93 allar 90 minuttirnar, tá teir vóru í Brønshøj. Tað var málleyst inntil tað restaðu seytjan minuttir. So fekk Brønshøj mál. Teir øktu tríggjar minuttir undan leikloki, og í næstsíðsta minutti minkaði B93 um munin.

Øssur Hansen spældi 2. hálvleik, tá B93 mikukvøldið í síðstu viku kom víðari í steypakappingini. Í brotssparkskappingini ímóti Herfølge skoraði Øssur eitt av málunum.

B93 er nú mitt í røðini í 1. deild. Randers Freja er á sætta plássinum. Fríggjakvøldið fær Hvidovre vitjan av Brønshøj, meðan B93 skal spæla á heimavølli ímóti Farum, sum er næstfremst.