Solskjær mannað dreymalið

Tað var ikki pláss fyri Cristiano Ronaldo, Wayne Rooney ella Peter Schmeichel, tá Sky Sport bað fyrrverandi norska Manchester United-álopsmannin Ole Gunnar Solskjær manna sítt dreymalið við United-leikarum.

 

Sjálvur spældi Solskjær við Manchester United frá 1996 til 2007. Hann spældi 382 dystir og skjeyt 237 mál. Seks ferðir var hann enskur meistari við liðnum, tvær ferðir steypavinnari, og í 1999 skjeyt hann sigursmálið í teirri minniligu Champions League-finaluni ímóti Bayern München.

 

Solskjær er nú venjari hjá norska felagnum Molde, og tey bæði seinastu árini hevur felagið vunnið meistaraheitið.

 

Dreymaliðið hjá Ole Gunnar Solskjær sær soleiðis út:

 

Málmaður: Edwin Van Der Sar

Verjuleikarar: Gary Neville - Jaap Stam - Rio Ferdinand - Dennis Irwin

Miðvallarleikarar: David Beckham - Roy Keane - Paul Scholes - Ryan Giggs

Framherjar: Eric Cantona - Ruud Van Nistelrooy

Venjari: Alex Ferguson