Solskjær javnaði metið hjá Matt Busby

Sigurin hjá Manchester United ímóti Reading í steypakappingini merkir, at Ole Gunnar Solskjær javnar søguligt met

Fyrr í dag vann Manchester United ein heldur tepran 2-0 heimasigur á Reading í FA Cup steypakappingini. Talan var um higartil mest slaka leikliga avrikið hjá Manchester United síðani Ole Gunnar Solskjær gjørdist høvuðsvenjari stutt undan jólum.

 

Men sigurin merkir, at Ole Gunnar Solskjær hevur javnað eitt søguligt met í søguni hjá Manchester United. Talan er um eitt 74 ára gamalt met frá 1945.

 

Venjaralegendan, skotski Matt Busby, ið livdi millum 1909 og 1994, og var høvuðsvenjari hjá Manchester United millum 1945 og 1969 og aftur í 1970 og 1971 vann sínar fyrstu fimm dystir sum høvuðsvenjari hjá Manchester United á heysti í 1945, og tað var eitt met hann átti einsamallur til í dag. 2-0 sigurin hjá Manchester United í dag var tann fimti av fimm møguligum síðani 19. desember, og hevur Ole Gunnar Solskjær tí javnað søguliga metið hjá Sir Matt Busby.

 

Hóast tangeraða metið og heimasigurin í dag er Ole Gunnar Solskjær ikki nøgdur: - Eg gjørdi tað torført fyri liðið við at skifta níggju spælarar út í mun til dystin ímóti Newcastle mikukvøldið, men hesir spælararnir høvdu brúk fyri spælitíð, og at fáa møguleikan at vísa hvønn eg kann brúka tá vit fáa sterkari mótstøðu. Ein kann ikki biða um meir enn at koma víðari í steypakappingini, men mátin vit gjørdu tað uppá var ikki tann besti. 

 

Í morgin fara Ole Gunnar Solskjær og hópurin hjá Manchester United til Dubai á venjingarlegu. Komandi dysturin verður á Wembley sunnudagin 13. januar tá Tottenham verður mótstøðuliðið.

 

Megnar Ole Gunnar Solskjær eisini ein sigur á Tottenham verður hann einasti høvuðsvenjari hjá Manchester United sum hevur vunnið sínar fyrstu seks dystir sum høvuðsvenjari.