Solskjær ikki til Villa

Ole Gunnar Solskjær verður ikki nýggjur venjari hjá Aston Villa. Fyrrverandi Manchester United framherjin hevur boðað frá, at hann fyribils heldur fram í norska Molde.

 

39-ára gamli venjarin var fyri viku síðan í Brimingham í Onglandi. Har hevði hann eitt prát við Randy lerner, ið eigur og rekur Premier League felagið, Aston Villa. Bretskir fjølmiðlar mettu, at Ole Gunnar Solskjær var favorittur at gerast nýggjur venjari í felagnum eftir at Alex McLeish varð koyrdur frá.

 

Ole Gunnar Solskjær boðaði á tíðindafundi í gjár frá, at ikki ynskir at gerast venjari hjá Aston Villa, men heldur fram sum venjari hjá Molde, ið hann førdi til norska meistaraheitið fyri fyrstu ferð í søguni farna kappingarár.

 

Serliga er tað familja, ið er orsøkin til at hann fyribils heldur fram í Noreg. Hann leggur tó dent á, at hann framvegis hevur hug at gerast venjari í deildini har hann skoraði 91 mál fyri Manchester United.