Í dag er 1. mars, og í Várperlu í Runavík sigur Anna Hansen, at tá løtur eru, og sólin dagar fram, fáa fólk hug at fara út um at stákast.
- Hesa tíðina av árinum selja vit serliga tulipanir og páskaliljur, sum eru farnar at spíra í urtapottum. Vit selja eisini útifigurar til tún og urtagarð og ymiskt at pynta til páskirnar við.
Hon sigur, at tey hava eisini tað, sum rópt verður primula-blomstur, ið eru rættiliga litrík og kunnu blomstra meira enn einaferð um árið.
- Enn er ov tíðliga til summarblomstur - og heldur seint at seta leykir niður, men tá løtur eru, kemur meira lív í, og fólk hava hug at fara út um at stákast, leggur Anna Hansen í Várperlu aftrat.