Danska veðurstovan hevur givið sítt boð upp á, hvussu veðrið verður um vikuskiftið.
Leygardagin roknar DMI við 3-7 m/s av eystri og landsynningi. Tað verður turt og skýggjað, men út á dagin klárari veður við nakað av sól. Hitin verður umillum 10 og 13 stig.
Leygarkvøldið meira skýggjað og nakað av regni. Hitin verður um 10 stig.
Sunnudagin bjóðar 3-7 m/s av landnyðringi og ymsum ættum. Turt og nakað av sól. Hitin millum 10 og 13 stig. Mánanáttina 5-10 m/s av eystri, skýggjað, men turt veður. Hitin um 10 stig.