Solidaritetur
Sunnudagin varð skipað fyri eini sonevndari solidaritets-konsert fyri arbeiðsleysu fiskafólkunum í Vardø í Noregi.
- Hetta var eitt tiltak, har vit vildu vísa á samanhald í eini kommunu í Finnmørkini, eins og vit krevja, at okkurt verður gjørt við støðuna, sigur leiðarin í Arbeiðaraflokkinum í Vardø, Thor Robertsen, við FiskeribladetFiskaren.
Í dag verður eingin fiskur virkaður í Vardø, hóast útróðrarflotin førir nógvan fisk til lands gjøgnum árið, samstundis sum fleiri trolloyvi eru heimahoyrandi í kommununi.
Thor vísir á, at hátøkniligt fiskavirki stendur við stongdum hurðum, samstundis sum nógvir forsyrgjarar ganga arbeiðsleysir.
- Hetta hevur verið støðan hjá fleiri familjum seinastu árini. Familjur eru samanbrotnar og eru vorðnar bundnar av sosialari veiting. Hetta er ikki virðiligt í einum vælferðarsamfelag sum tí norska, sigur hann.
Millum tey, sum standa aftanfyri konserttiltakið fyri teimum arbeiðsleysu í fiskiídnaðinum, er eisini kirkjan í Vardø, og prestur fer sunnudagin at biðja og lýsa vælsignilsi yvir økið.