Danska veðurstovan roknar við skiftandi veðri um vikuskiftið. Sunnudagin verður vindurin upp í 15 m/s.
DMI sigur, at í dag vera 3-8 m/s av suðri. Samdrigið og eitt sindur av regni í støðum. Hitin millum 9 og 12 stig. Í kvøld og í nátt veksur vindurin upp í 8-13 m/s og tað fer at regna í løttum. Hitin millum 7 og 10 stig.
Sunnudagin vera 5-10 m/s av suðri, vaksandi upp í 12-15 m/s eitt skifti. Samdrigið og sum frálíður regn av vestri. Um kvøldið fer vindurin í útsynning og minkar niður í 5- 10 m/s. Turt og klárt. Hitin alt døgnið um 11 stig.











