Danska veðurstovan DMI roknar við hampiliga góðum veðri um vikuskiftið. Okkurt æl verður, men um kvøldarnar verður turt.
DMI sigur, at í dag verða 5-10 m/s av eystri ella landsynningi, í støðum upp í 8-13 m/s. Mest turt og nakað av sól, men út á dagin skýggjað og seinnapartin eitt sindur av regni. Um kvøldið verður turt. Hitin millum 10 og 14 stig.
Sunnudagin verða 5-10 m/s av landsynningi, um kvøldið av suðri og seinni av vestri. Samdrigið og támut veður, og tað fer at regna av og á. Um kvøldið turt. Hitin millum 10 og 14 stig.