Soleiðis verður veðrið um vikuskiftið

Vikuskiftið bjóðar skýggjað veður, men eisini onkrar sólglottar

(Mynd: Ingi Sørensen)

 

 

 

Danska veðurstova DMI roknar við, at veðrið verður hampuligt um vikuskiftið. Tað verður lítið av vindi, men skýggjað stóran part av tíðini, og vit fáa bæði sólglottar og regnæl.

 

DMI sigur, at í dag verða 5-10 m/s av suðri og landsynningi. Samdrigið og í støðum tám og mjørki, serliga fyrst á degnum. Út á seinnapartin kann sólin kaga fram ymsastaðni, men annars verður skýggjað og ælaveður. Hitin verður millum 7 og 12 stig.

 

Sunnudagin verða 5-10 m/s av suðri og útsynningi, fyri tað mesta turt og nakað av sól. Sum frálíður skýggjað og ælaveður. Hitin verður um 10 stig um dagin og um 8 stig um náttina.