Danska verðurstovan DMI roknar við, at tað verður nakað av vindi og regn um vikuskiftið.
DMI sigur, at í dag vera 8-13 m/s av útsynningi. Út á dagin vaksandi upp í 13-18 m/s. Samdrigið og regn ella sirm. Í kvøld 13-18 m/s av útsynningi við hvirlum. Út á náttina minni vindur, 8-13 m/s. Skýggjað og regn. Hitin verður millum 4 og 9 stig.
Sunnudagin vera 8-13 m/s av útsynningi, seinnapartin 10-15 m/s. Samdrigið og nakað av regni. Hitin verður millum 4 og 8 stig.











