Danska veðurstovan DMI væntar, at tað fer at regna nakað í dag og fyrrapartin í morgin.
DMI sigur, at í dag vera 3-8 m/s av útsynningi og suðri. Samdrigið og sum frálíður regn. Í kvøld 5-10 m/s av útsynningi. Samdrigið og támut veður, í støðum mjørki ella regn. Hitin verður millum 9 og 12 stig.
Sunnudagin vera 8-13 m/s av útsynningi, skýggjað fyri tað mesta og nakað av regni. Seinni klárari í veðrinum, men onkur æl. Hitin verður millum 10 og 12 stig.











