– Hvussu fer veðrið so at hátta sær hesa fyrstu vikuna eftir páskir, spyr Veðurstovan sum sjálv svarar:
– Sum tey flestu løgdu merki til, so fóru vit hendan týsmorgun út í morgunferðsluna í sólskini, við lítið av vindi og við hita, ið longu var komnir upp á 7-8 stig á fleiri støðum.
Brúgvalagið, ið gav samregn á annan páskadag, er nú farin framvið, og vit liggja á baksíðuni í einum mildum luftráki av útsynningi. Friðurin fer tó ikki at halda á, tí eitt lágtrýst flytur seg í nátt inn yvir Skotland av útsynningi, og mikudagin fara brúgvarløg við regni at koma hendanvegin. Av tí at vit liggja á norðursíðuni av lágtrýstinum, so sleppa vit undan tí sterkara vindinum, sum ofta er á suðursíðuni á lágtrýstunum. Hesin vindur rakar hesaferð bretsku oyggjarnar, har vindmegin økist til strúk í vindi av vestri við sterkum hvirlum.
Teir komandi dagarnar fer veðrið í Føroyum at verða skiftandi, sum tað plagar, og verða merkt av brúgvaløgum við regni, sum fara fram við okkum av útnyrðingi. Síðani klárnar og er turt við tíðarbilum við sól. Serliga hósdagur og leygardagur síggja út til at gerast teir dagarnir, har størst møguleiki er fyri sól, um forsagnirnar annars fara at halda.
5 daga forsøgnin er at finna á vedur.fo











