Soleiðis verður veðrið í kvøld

Veðurstovan roknar við hampuligum veðri til til fýrverk

Føroyska Veðurstovan roknar við góðum veðri í dag og hampuligum veðri í kvøld. Í nátt verður meira vindur.

 

Veðurstovan sigur, at í dag vera 5-10 m/s av landnyðringi, seinnapartin av eystri. Tað verður turt og møguleiki fyri nakað av sól. Í kvøld veksur vindurin upp í 8-13 m/s av landsynningi, í nátt upp í 13-18 m/s. Tað verður samdrigið og seint í nátt fer at regna. Hitin verður millum 3 og 6 stig

 

Í morgin vera 8-13 m/s av suðri, í støðum upp í 18 m/s. Samdrigið og regn. Seinnapartin og um kvøldið vera 5-10 m/s av útsynningi. Tað verður hálvskýggjað og turt. Hitin millum 3 og 9 stig.

 

Sunnudagin vera 5-10 m/s av suðri, um kvøldið 10-15 m/s. Hálvskýggjað og ælaveður, sum frálíður skýggjað og regn ella vátakavi. Hitin um dagin millum 3 og 8 stig, um kvøldið millum 1 kuldastig og 4 hitastig.