Danska veðurstovan DMI roknar við, at tað verður ælaveður ella regn fleiri av døgunum í vikuni.
DMI sigur, at í dag verða 3-8 m/s av norði, sum frálíður klárt í veðrinum og nakað av sól. Í støðum verður mjørki. Hitin millum 10 og 15 stig, í støðum upp í 18 stig.
Týsdagin verða undir 6 m/s av ymsum ættum, um náttina av landsynningi. Samdrigið og támut veður, møguliga eitt sindur av regni. Hitin um 13 stig.
Mikudagin verða 5-10 m/s av landsynningi. Samdrigið og sum frálíður regn av útsynningi. Hitin um 13 stig.
Hósdagin verða 5-10 m/s av landsynningi, um náttina minni vindur av suðri. Samdrigið og ælaveður, um náttin regn. Hitin um 12 stig.
Fríggjadagin verða 5-10 m/s av eystri. Samdrigið og nakað av rgni. Hitin millum 10 og 13 stig.