Ólavsøkan byrjar í morgin, og hóast DMI fyrr hevur mett, at tað fór at vera turt á ólavsøku, so metir stovnurin nú, at líkindi eru fyri nøkur æl ólavsøkuaftan.
Hetta skrivar DMI um veðrið fyri Føroyar 28. og 29. juli.
Ólavsøkuaftan:
Gul til stívt andøvsgul frá norðan og útnyrðingi, fimm til tíggju metrar um sekundið, í støðum harður vindur, 13 metrar um sekundið. Løtur við sól, men eisini nøkur æl. Hitin er millum sjey og tíggju stig, um náttina niður á millum fimm til átta stig.
Ólavsøkudag:
Gul til stívt andøvsgul frá norðan, fimm til tíggju metrar um sekundið, ið minkar til lot til gul, undir seks metrar um sekundið. Mest turt og løtur við sól. Hitin millum sjey og tíggju stig, um náttina niður á millum fimm og átta stig, í støðum eitt sindur kaldari.










