Frá í kvøld at rokna kann ein dómari fyri fyrstu ferð fáa hjálp frá einum videodómara í Champions League.
Uefa hevur gjørt av, at videoskipanin VAR (Video Assistand Referee) skal takast í nýtslu frá áttandapartsfinalunum. VAR kann fyri fyrstu ferð verða nýtt í Champions League í kvøld.
Dómararnir, sumskulu døma dystirnar í Manchester og Rom, verða teir fyrstu, sum kunnu nýta videohjálpina í Champions League.
Soleiðis verður VAR brúkt í Champions League:
– Eitt VAR-lið við fýra persónum fylgir dyestinum á einum skíggja og kann seta seg í samband við dómaran á vøllinum, um eitthvørt er, sum dómarin ikki fangar.
– VAR-liðið kanna greiðar og týðiligar feilir, sum hava samband við fýra støður: mál, hendingar í málteiginum, reytt kort og fyri at tryggja, um tað er tann rætti spælarin, sum verður revsaður.
– VAR-liðið kanna allar hendingar, sum kunnu hava dystaravgerandi týdning, men gera tað bert við greiðar og týðuligar feilir. Dómarin kann velja at steðga spælinum, um dómarin er í iva um eina avgerð.
– Um VAR gevur greitt prógv fyri álvarsomum feili í eini støðu, kann VAR-liðið biða dómaran um at síggja upptøkurnar í review-økinum nærindis vøllin. Ta endaligu avgerðina tekur dómarin á vøllinum.
– VAR kann eisini avdúka yvirtraðk í avgerandi støðum. Tað kann til dømis verða við rangstøðu, og um ivi stendst um, um bólturin er innanfyri ella uttanfyri málteigin.
– VAR er gjørt fyri at koma grundleggjandi dómarafeilum til lívs.
– VAR hevur verið fyri atfinningum fyri at skapa ov langar steðgir í spælinum.
Videohjálp verður longu nýtt í kappingu sum FA Cup, ensku Liga Cup, Bundesliguni og Serie A.
Feløgini í Premier League fara nýta VAR frá næstu kapping, og Uefa hevur eisini gjrøt av at nýta VAR í millum annað Europa League-finaluni og Nations Leagu-finalunum.
/ritzau/










