Stríðíð um Sjevjerodonetsk heldur fram, men hóast ógvuslig russisk álop megna ukrainar enn at halda skansan í ávísum økjum í býnum.
Aðrastaðni hava ukrainar rakt tvær russiskar hernaðarstøðir nærindis Dnepr-ánni.
Her er eitt yvirlit yvir hendingar í nátt:
* Russland stríðst enn fyri at fáa tamarhald á Sjevjerodonetsk.
Russland heldur á við at loypa á ukrainskar støðir í Sjevjorodonetsk, men hevur enn ikki megnað at taka valdið á býnum. Guvernørurin í Luhansk-økinum, Serhej Hajdaj, sigur, at Ukraina enn hevur ræðið á ídnaðarøkinum Azot og motorvegnum til býin Lysytjansk.
* Ukraina sigur seg hava rakt tvær russiskar herstøðir
Oleksij Arestovytj, sum er ein av ráðgevunum hjá Volodymyr Zelensky forseta, segði í gjárkvøldið, at fleiri russiskir hermenn, teirra millum tveir heryvirmenn, doyðu í einum ukrainskum álopi á tvær russiskar herstøðir við eina bygd við Dnepr-ánna.
Tað skrivar norska tíðindastovan NTB.
* 10.000 ukrainskir hermenn eru deyðir í krígnum.
Sambært Oleksij Arestovytj eru umleið 10.000 ukrainskir hermenn falnir í krígnum í Ukraina, síðani Russland gjørdi innrás í landið 24. februar.
Tað skrivar týska tíðindastovan dpa. Arestovytj upplýsir samstundis, at umleið 100 hermenn í løtuni doyggja um dagin.
* Russland tekur seg úr ferðafólkafelgsskapinum hjá ST
Russland hevur alment avviklað limaskap sín í heimsferðafólkafelagsskapinum UNWTO, eftir at landið fyribils varð útilokað úr felagsskapinum síðst í apríl.
Russland segði tá, at felagsskapurin var blivin »politiseraður«. Tað skrivar dpa.
/ritzau/