Ukrainski forsetin hevur vitjað á hermótinum í Donbas-landspartinum, og guvernørurin í Luhansk vil vera við, at ukrainskar deildir nú hava valdið á helminginum av býnum Sjevjerodonetsk.
Her er eitt yvirlit yvir støðuna:
* Ukraina sigur seg hava valdið á helminginum av týdningarmikla býnum.
Ukraina hevur nú ræðið í helminginum av hernaðarliga týdningarmikla býnum Sjevjerodonetsk. Tað sigur guvernørurin í landspartinum Luhansk, Serhij Hajdaj í dag.
Tað er eitt framstig fyri Ukraina, sum áður tyktist vera rikið úr býnum av russum.
Sjevjerodenetsk, sum er tann størsti býurin í Luhansk-landspartinum í Donbas, sum enn er undir ukrainskum valdi, hevur verið eitt týðuligt mál fyri kríggið seinastu vikurnar.
* Serfrøðingar vænta fleiri tilburðir við hiv og tuberklum í Ukraina.
Altjóða grunnurin, sum stríðist ímóti Aids, Tuberklum og Malaria væntar eina hækking í talinum av tilburðum av tuberklum og hiv í Ukraina sum eitt úrslit av russisku innrásini.
Umleið 260.000 fólk við hiv eru í Ukraina, og í 2022 hevur Ukraina verið eitt av londunum við flestu tilburðum við tuberklum í Evropa, vísa tøl frá Robert Koch-stovninum.
* Zelenskyj hevur vitjað hermótið
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, vitjaði í gjár hermenn á hermótinum í Donbas-landspartinum. Tað var meðan ógvusligir bardagar vóru í økinum.
Forsetin vitjaði millum annað býirnar Lysytjansk og Bakhmut. Í Bakhmut hitti hann ukrainskar hermenn.
– Eg vil fegin takka tykkum fyri tykkara góða arbeiði, fyri at tit tæna landinum, fyri at tit verja okkum øll og ríki okkara. Eg eri takksamur fyri tykkum øll. Ansið tykkum væl, segði forsetin.
* Heimasíðan hjá russiskum aðalráð hakkað.
Heimasíðan hjá russiska aðalráðnum fyri bygging, bústøðum og veitingum er eftir øllum at døma hakkað.
Ein leiting á internetinum eftir síðuni førir til eina heimasíðu, sum vísir skelti, har tað stendur »æra til Ukraina« á ukrainskum.
Statsliga russiska tíðindastovan RIA endurgav seint í gjár eitt umboð fyri ráðið at siga, at heimasíðan var niðri, men at persónligu dáturnar hjá brúkaranum vóru vardar.
Keldur: Reuters, dpa og AFP.
/ritzau/











