EB/Streymur hevur lagt seg á annað pláss í Effo-deildini. Tað gjørdu teir við at vinna 3-1 á KÍ við Margáir í dag. Støðan í hálvleikinum var 2-0.
Til ber at síggja samandráttin við at trýsta á pílin á myndini
Hans Pauli Samuelsen legði heimaliðið á odda, tá hann umsetti brotsspark til mál. Tað var Atli Danielsen, sum gjørdi brotsspark, tá hann hevði hondina á bóltinum.
Les eisini: Tað verður trupult hjá uppflytarunum
Niels Pauli Danielsen økti til 2-0 fyri hálvleik. Í seinna hálvleiki staðfesti innskifti Gunnar Zachariasen dystin, tá hann skoraði til 3-0.
Ndende minkaði um munin móti endanum við stútara. EB/Streymur átta stig á øðrum plássi eftir fýra umfør, meðan KÍ hevur seks stig.