Ein ov lítil heimasigur á Tórsvølli kostaði KÍ at vinna seg í Play Off umfarið í Europa League.
Tað má staðfestast aftaná 1-3 tapið fyri Borac Banja Luka í Bosnia aftaná longda leiktíð. KÍ vann fyrra dystin á Tórsvølli 2-1.
Frásøgumennirnir hjá FM1, Rúni á Reynatrøð og Jóan Pauli Jacobsen høvdu nakrar ferðir á orði undir dystarfrásøgnini í farnu viku, at tað kundi gerast KÍ dýrt ikki at vinna 3-1 á Tórsvølli, og soleiðis bleiv tað tíverri.
KÍ kann tó enn røkka bólkaspælinum í Conference League, men tað krevur samlaðan sigur á finska fótbóltsrisanum, HJK Helsinki, ið hevur vunnið seg í bólkaspælið trý tey undanfarnu kappingarárini. Tó verður hitin væl lægri í Helsinki enn hitin í Banja Luka. Komandi vikuna fer hitin í Helsinki - sambært yr.no - at liggja millum 14 og 22 stig. Hitin var drepandi fyri KÍ í Banja Luka ígjár.
HER ber til at lesa dystarfrásøgnina hjá Jóannesi Hansen frá dystinum hjá KÍ í Banja Luka.
HER ber til at síggja málini frá dystinum Borac Banja Luka-KÍ 3-1 (2-1 - 1-0):
##med2##
Banja Luka – KÍ 2-1 (1-0) 3-1 eftir longda leiktíð - Banja Luka er samantaldur vinnari við málmuninum 4-3.
1-0: Nikola Sreckovic 17.
1-1: Deni Pavlovic 53.
2-1: Stefan Savic 82.
3-1: Bart Meijers 93.
KÍ: Mark F. Jensen – Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø (Deni Pavlovic, 28./Albert Ejupi, 69.)), Céderic Yambéré, Alexander Berntsson (Joseph Michael Williams, 106.), Patrick Da Silva – Árni Frederiksberg, Hallur Hansson (Børge Petersen, 106.), René Shaki Joensen (Dan í Soylu, 111.), Kristoffer Ødemarksbakken (Mads Bo Mikkelsen, 83.) – Páll A. Klettskarð
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Ari í Haraldsstovu Petersen, Pætur J. Petersen, Heini Vatnsdal, Latif Ahmed
Gult kort: Deni Pavlovic, Jóannes K. Danielsen, Árni Frederiksberg, Hallur Hansson, Mark F. Jensen
Venjari: Espen Haug











