Inntøkur millum 460.000 og 600.000 fáa mesta skattalættan, sum er 13.050 krónur um árið.
Tey sum hava lága inntøku fara ikki at merkja ein skattalætta í landsskattinum, tí alt eftir, hvussu lág inntøkan er, so rinda tey kanska einki ella bara eitt lítið sindur í landsskatti. Men tey verða ikki við skerdan lut, tí tey kunnu søkja um stuðul í staðin.
Hesum greiddu tey trý forfólkini í samgonguflokkunum, Aksel V. Johannesen, løgmaður, Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, og Høgni Hoydal, landsstýrismaður í vinnumálum, frá á tíðindafundi í Tinganesi fríggjadagin.
Talan niðanfyri vísir, hvussu Fíggjarmálaráðið ætlar, at skattalættin skal vera:
##med2##
##med3##