Í dag verður tiltak í Norðurlandahúsinum, har tað verður avdúkað, hvussu Føroyar skulu marknaðarførast sum ferðafólkaland í framtíðini.
Síðsta heyst byrjaði arbeiðið at gera nýtt ferðavinnubrand fyri Føroyar. Útgangsstøði varð tikið í arbeiðinum hjá Simon Anholt um Kappingarsamleika Føroya og í heyst vóru arbeiðsbólkar kallaðir inn umboðandi ferðavinnuna, aðra vinnu og mentan og eisini miðnámsskúlanæmingar fyri at hoyra teirra hugsan um, hvussu Føroyar skulu marknaðarførast.
Uppgávan at branda Føroyar var beint undan jólum boðin út til føroyskar og altjóða samskiftisfyritøkur. Áhugin fyri at verða við í hesi verkætlan var sera stórur, og í alt 10 fyritøkur úr Føroyum, Íslandi, Noreg, Danmark, Svøríki, Englandi og USA góvu boð uppá, hvussu Føroyar skulu marknaðarførast. Sansir saman við donsku fyritøkuni Liquidminds vunnu uppgávuna.
Verkætlanin er tann størsta og týdningarmesta í ferðavinnuhøpi í Føroyum nakrantíð.
- Vit eru sera spent at leggja nýggju strategiina og nýggja brandið fram. Við at standa saman um ein felags samleika, har vit marknaðarføra Føroyar sum serstakt og spennandi ferðamál úti í heim, hava vit allar møguleikar at seta Føroyar á heimskorti sum ferðamál, sigur Guðrið Højgaard, stjóri á Ferðaráðnum.
Tiltakið er fyri innboðnum.