Soleiðis síggja bólkarnir í endaspælinum í bestu donsku deildini út

Trý føroyingalið eru millum tey átta liðini, ið kappast í endaspælinum

Jana Mittún, Maria P. Nólsoy og Pernille Brandenborg hugsavna seg í hesum døgum um seinna HM Play Off dystin hjá Føroyum móti Litava, ið verður leiktur í morgin klokkan 14 í Jonova í Litava. Føroyar vunnu fyrra dystin við Tjarnir 36-26. 

 

Eftir dystin í Jonova bíðar eitt spennandi endaspæl í bestu donsku hondbóltsdeildini, har liðini hjá Janu, Pernille og Mariu: Viborg, Keypmannahavn og Horsens eru at finna millum tey átta liðini í endaspælinum.

 

Tey átta liðini eru deild í tveir bólkar, har tey bæði liðini sum endaðu fremst og næstfremst í grundspælinum fáa tvey stig við sær til endaspælið, og liðini sum endaðu triðfremst og fjórðfremst fáa eitt stig við sær til endaspælið.

 

Bólkarnir eru mannaðir soleiðis:

 

Bólkur 1:

 

1. Odense 2 stig

 

2. Nykøbing Falster 1 stig

 

3. Keypmannahavn 0 stig (Pernille Brandenborg)

 

4. Horsens 0 stig (Maria P. Nólsoy)

 

Bólkur 2: 

 

1. Esbjerg 2 stig

 

2. Ikast-Herning 1 stig

 

3. Viborg 0 stig (Jana Mittún)

 

4. Sønderjyske 0 stig

 

Tvey tey fremstu liðini í hvørjum bólki vinna seg í hálvfinalurnar. 

 

Skírisdag klokkan 17.30 hevur Horsens heimadyst móti Odense, ið higartil hevur vunnið 26 av 26 dystum hetta kappingarárið. Sama kvøld klokkan 19.30 tekur Keypmannahavn móti Nykøbing Falster á heimavølli. Somu klokkutíð hevur Viborg heimadyst móti Ikast-Herning. So øll trý føroyingaliðini vera á heimavølli skírisdag.

 

Bólkaspælið er liðugt 16. mai. Eftir tað bíða hálvfinalurnar hjá tveimum teimum fremstu liðunum í hvørjum bólki.