Tað verður eingin lýggja teir næstu dagarnar og í vikuni, sum kemur, verður hitin onkran dagin heilt niður í eitt hitastig. Sum vikan gongur, verður tó heldur nýggjari.
Sambært DMI liggur hitin í dag nakað oman fyri frostmarkið og upp í eini trý hitastig. Í morgin - sunnudagin - verður hitin um dagin upp í eini fimm hitastig, men fellur niður móti frostmarkinum og upp í eini trý hitastig um náttina.
Mánadagin verður heldur eingin lýggja, men tá fer at regna og kanska verður okkurt vátakava-ella heglingsæl. Hitin um dagin fer at liggja um fimm stig og niður móti frostmarkinum um náttina.
Týsdagin sær tó heldur betri út, tá hitin um dagin væntandi fer at liggja millum fimm og átta stig - og um náttina niður í trý til fimm stig.
Mikudagin og hósdagin verður hitalagið sambært DMI á leið hitt sama sum tá undanfarnu dagar.
Viðhefta mynd er tikin í Eysturoy í gjár - fríggjadagin - tá kavi seinnapartin legðist uppi í hæddunum, og tað er ein lesari hjá in.fo, sum hevur sent okkum myndina.