Soleiðis sá út hin 7. mai í 2015

Vit skulu ikki halda, at serstøk viðurskifti, sum vit uppliva í dag, ikki eru hend áður. Soleiðis er eisini við kava, tá vit annars vænta, at vit nú fara at fáa summar.

 

 

Aftur í ár kom kuldi og kavi í lembingartíð, har tey norðaru økini í Føroyum vanliga gerast harðari rakt enn tey syðru. Tó veldst um, hvør ættin er, og hvar ælini raka, tá kavaavfall er. Tað skal ikki nógv kuldi til, fyrr enn høgu fjallatopparnir norðan fyri gerast hvítir, og tá kuldin verður liggjandi, kemur kavin longur og longur oman í hagan. 

 

Soleiðis hevur eisini verið í ár, har tað seinastu tíðina hevur verið kalt og frost um næturnar. Vit hava eisini sæð, at so skjótt, sum sólin sær, minkar kavin, og eftir nøkrum tímum við sól ein seinnapart, hvørvur hann heilt í lága lendinum, meðan hann er drúgvari upp í hæddunum. Hetta hava vit eisini sæð seinastu tíðina kring um landið.

 

Tað er ongantíð hugaligt, tá kuldi og kavi er í lembingartíð, men við tað, at tað hevur verið kalt og turt hesa seinastu tíðina, nú kavi hevur ligið í fjøllunum, hevur seyðurin vónandi havt tað so gott, sum hann nú einaferð kann hava tað í slíkum líkindum, tó at umstøðurnar hjá lombunum at komið í hendan heim ikki hava verið tær bestu.

 

Í 2015, tá nógvur kavi legðist, serliga á norðaru leiðunum, var stórt seyðafelli. Tá sluppu syðru oyggjarnar lutfalsliga væl, tí her kom ikki so nógvur kavi niður, at lembingin gjørdist ein stórur trupulleiki. Verri var norðan fyri og vestan fyri, og her mistu bóndur nógvan seyð og eitt rættiliga stórt tal av nýlembdum lombum. 

 

Myndin oman fyri er tikin í Vestmanna hin 7. mai í 2015, og tað er Birgir W. Høgnesen, ið eigur. Her er kavagrevstur við stórum maskinum. Í dag skriva vit aftur 7. mai, og tað eru bara fáir dagar síðan, at kavin hvarv, men enn eru høgu fjøllini hvít. So seint, sum seinastu nátt, var frost, og vit mugu ásanna, at enn er eingin lýggja í veðrinum.