- Um eg havi havt ávirkan á, at tað gjørdist júst ein millión, skal eg ikki siga. Men eg minnist ikki støðuna sum, at tað var eg, sum gjørdi avtaluna, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, í viðmerking.
Rúni Joensen, fyrrverandi aðalstjóri í Innlendismálaráðnum, hevur í dag verið til avhoyringar hjá Hans Gammeltoft Hansen, kanningarstjóra. Hann segði millum annað, at tað defacto var Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, sum gjørdi avtaluna um break fee við CIP, og ikki Kári P. Højgaard.
Men løgmaður sigur í stuttari viðmerking, at soleiðis minnist hann tað ikki.
- Eg minnist veruliga ikki fundin soleiðis, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.
Um eina løtu fáa vit viðmerking frá Kára P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismanni í innlendismálum.