Soleiðis kunnu vit ferðast

Frá í dag at rokna kunnu ikki koppsettir danskir ríkisborgarar ferðast til Svøríki, Liktinstein og Portugal uttan at verða kannaðir við komu til Danmarkar.

 

Tað stendur í ferðavegleiðingini hjá danska uttanríkisráðnum, sum er galdandi frá í dag klokkan 15 at rokna.

Niðanfyri sæst yvirlit yvir ferðavegleiðingarnar galdandi í ES/Schengen og Bretlandi.

Albania: Appilsingult.

Andorra: Gult.

Belgia: Gult.

Bosnia: Appilsingult.

Bulgaria: Gult.

Kypros: Gult.

Estland: Skraverað Appilsingult.

Finnland: Skraverað Appilsingult.

Frankaríki: Gult – undantikið økini Occitanie, Grand Est, Korsika, Normandíið, Centre-Val de Loire, Bourgogne-Franche-Comté, Hauts-de-France, Pays de la Loire, Bretagne og Nouvelle-Aquitaine, sum eru grøn.

Grikkaland: Gult – undantikið Norðuregeiska Havið við eitt nú Chios, Lesbos og Samos.

Holland: Gult.

Írland: Gult.

Ísland: Skraverað Appilsingult.

Italia: Grønt.

Kosovo: Appilsingult.

Kroatia: Gult.

Letland: Skraverað appilsingult.

Liktinstein: Grønt.

Litavia: Gult.

Luxembourg: Gult.

Malta: Skraverað appilsingult.

Moldova: Appilsingult.

Montenegro: Appilsingult.

Norðurmakedonia: Appilsingult.

Noreg: Gult – undantikið økini Rogaland og Vestland, Møre og Romsdal, Vestfold og Telemark og Agder, sum eru grøn.

Pólland: Grønt.

Portugal: Grønt.

Rumenia: Gult.

San Marino: Gult.

Serbia: Appilsingult.

Sveis: Gult  – undantikið økið Ticino sum er grønt.

Slovakia: Skraverað appilsingult.

Slovenia: Gult.

Spania: Grønt.

Bretland: Appilsingult.

Svøríki: Grønt.

Kekkia: Skraverað appilsingult.

Týskland: Gult - undantikið Slesvig-Holsten, sum er grønt.

Ukraina: Gult.

Ungarn: Grønt.

Uruguay: Skraverað appilsingult.

Vatikanstaturin: Gult.

Eysturríki: Gult.

Keldur: Udenrigsministeriet.

/ritzau/