Á jólum verður matgjørt, sum ongantíð fyrr og somuleiðis er tað onga aðra tíð á árinum, at tað verða tendrað so nógv stearinljós sum á jólum.
Men tá er tað skjótt, at eitt óhapp kann henda. Eitt stearinljós kann festa í okkurt, eldur kann koma í eina grýtu á komfýrinum, og so framvegis. Og tá er tað hent at vita, hvussu mann skal bera seg at.
Her eru nøkur góð ráð um, hvussu tit kunnu forða fyri, at skaði hendur av eldi á jólum. Nøkur av ráðunum eru frá Arbeiðseftirlitinum og nøkur eru frá Fríðálvi Jensen:
Tey góðu ráðini eru:
– Lat ongantið livandi ljós brenna í einum rúmi, har ongin vaksin persónur er inni. Latið ongantíð børn vera einsamøll í einum rúmi, har livandi ljós brennur.
– Hav altíð livandi ljós í tryggari frástøðu frá gardinum, jólapyndi, hondspritti, og øðrum, sum eldur hann koma í.
– Far ongantíð út frá brennandi kertuljósum.
– Brúka bara eldfastar stakar.
– Far ikki úr køkini, tá ið matgjørt verður. Set ikki eldfimar lutir á komfýrin.
– Kanna eftir at allir roykvarnarar rigga, og at battaríini eru skift.
– Hav altíð eldsløkkjara og brandteppi við hondina. Keyp einans útgerð at sløkkja við, sum er CE merkt.
– Hav eina lummalykt har eldsløkkjari og brandteppið hanga.
– Legg eina ætlan fyri, hvørja rímingarleið tit eiga at velja.
– Hav eina kannu við vatni klára, har livandi ljós eru.
– Ansa væl eftir, at vatn ikki verður stoytt á eina grýtu við feitti, tí tað førir til eina dampeksplosión, og eldurin fer um alt rúmið og á øll, sum eru í nánd.
– Tak endiliga ikki grýtuna av komfýrinum.
– Køv eldin við einum loki ella brandteppi og skrúva plátuna fyri
– Er eldur komin upp undir roykhettuna, má ein tryggja sær, at eldurin ikki er farin víðari.










