Soleiðis gongur við troli og gørnum

Í løtuni eru fýra trolbátar til fiskiskap, tríggir eru á landleiðini, og ein er norðanfyri. Allir koma inn at landa í næstu viku.

 

Í løtuni eru fýra partrolarapør til fiskiskap eftir upsa, og tey pør fiska gulllaks.

 

Um upsafiskiskapin vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga, at veiðan framvegis er smálig.

 

Flestu pørini koma inn at landa í næstu viku.

 

Ein djúpvatnstrolari er á svartkalvaveiði í bretskum sjógvi og kemur møguliga inn at landa síðst í næstu viku ella fyrst í aðru. 

 

Um teir smáu trolbátarnar verður sagt, at tríggir eru á landleiðini, og ein er norðanfyri.

 

- Trolbátarnir fáa mest av toski, hýsu og flatfiski. Allir koma inn at landa í næstu viku.

 

Lagt verður aftrat, at tvey garnaskip fiska svartkalva og tvey fiska havtasku.

 

- Fiskiskapurin eftir svartkalva er smáligur, meðan teir, sum fiska havtasku, hava brúkiligan fiskiskap.

 

Á Fiskamarknaði Føroya siga tey, at øll garnaskipini koma inn at landa í næstu viku.