Útstykkingin er gjørd í tveimum stigum. Fyrstu húsini í fyrra byggistiginum eru longu reist, og 2. byggistig verður liðugt fyrsta dagin. RTS Contractors hava loyst uppgávuna fyri Runavíkar kommunu.
Í øðrum byggistigi eru tey ovastu sjey grundstykkini ætlað til hægri bygging, íbúðarbygging.
- Hesi vórðu sett til sølu í almennum útboði, og áhugin hevur verið væl størri enn útboðið. Samskift er við allar áhugaðar partar, og eftir at býráðið hin 24. juni samtykti at fara undir samráðingar við felagið St. Jørgen Ejendomme ApS fyri at røkka einari heildarloysn í umrødda øki, hevur dúgliga verið tingast um ætlanina. Seinast í vikuskiftinum farna og sunnumorgunin vóru samráðingarliðini samd um eitt uppskot, sum kundi leggjast fyri Runavíkar býráð.
Í Runavíkar býráði vísa tey í dag á, at á býráðsfundinum hóskvøldið hin 2. september tók býráðið einmælt undir við uppskotnu prinsippavtaluni millum partarnar. Hon ber í sær, at St. Jørgen Ejendomme ApS. keypir tey ovastu sjey grundstykkini frá Runavíkar kommunu. Kostnaðurin er 750 krónur fyri fermeturin, og haraftrat 20.000 krónur fyri hvørja búeind.
- Ætlanin er at byggja 130-150 leiguíbúðir, og felagið ætlar, at tær fyrstu 30 íbúðirnar skulu verða klárar at flyta inn í við ársbyrjan 2024. Hálvt ár eftir, at økið er útlutað felagnum, skal ein skitsuætlan fyri alt økið verða liðug. Leikluturin hjá okkum er at fáa matrikulering og neyðug myndugleikaloyvir til høldar, eisini í mun til ætlanir um alternativa parkeringsloysn, siga tey í Runavíkar kommunu.
Lagt verður aftrat, at ætlaða íbúðarbyggingin liggur í einum øki við óvanliga góðum útsýni, hendinga góðum sólargangi og nakrar fáar minuttir til gongu frá flestu tilboðum í býnum. Skúli, ansingarstovnar, ítróttardepil, apotek, heilsudepil, ráðhús, peningastovnar og handilsgøta. Hartil tekur tað eitt nú bert 15 minuttir at koyra inn á Vaglið í høvuðsstaðnum og 45 minuttir at til flogvøllin í Vágum.
##med2##
Jóhannus Egholm Hansen, nevndarformaður í St. Jørgen samtakinum, tekur soleiðis til í sambandi við nýggju ætlanina:
- Vit seta nú fulla ferð á arbeiðið at menna økið og bygningarnar, at velja ráðgevar og aðalverktakara og at seta saman røttu fíggingina, soleiðis at fyrstu íbúðirnar ætlandi verða klárar at flyta inn í longu í 2024. Talan er um íbúðir til útleigan, tí stórur tørvur er á leiguíbúðum í Runavíkarøkinum, sum umvegis Eysturoyartunnilin nú er vorðin partur av landsins miðstaðarøki. Arbeiðið við at leiga íbúðirnar út fer í gongd skjótast møguligt, og áhugað kunnu longu nú venda sær til felagið fyri at skráseta seg á einum bíðilista.
Runavíkar kommuna takkar øllum sum hava víst íbúðarætlanini áhuga, og ynskir St. Jørgen Ejendomme ApS. blíðan byr og hepna hond við verkætlanini.
##med3##