Soleiðis gongur í bardaganum um Kursk í Russlandi

ISW (Institute for the Study of War) væntar, at russisku herdeildirnar fara at møta harðari mótstøðu, tá tær koma inn í økir í Kursk, har ukrainsku deildirnar standa sterkar.

 

Fyri góðum mánaði síðan tók ukrainski herurin øll á bóli og gjørdi innrás í russiska Kursk-landslutin, har ukrainar tóku ræðið yvir næstan 1300 ferkilometrum av russiskum landaøki og fleiri enn 90 búsetingum.

 

Russiska landaøkið, sum Ukraina nú ræður yvir, er umleið støddina av Føroyum. Serfrøðingar halda, at ukrainar við hesum vilja tvinga russar at taka nakrar herdeildir úr Donbas-regiónini í Ukraina.

 

Greiningarfyritøkan ISW (Institute for the Study of War) veit at siga, at russar eru farnir í mótálop í økinum í einari roynd at reka ukrainsku herdeildirnar úr aftur Kursk-landslutinum, men hetta hevur ikki eydnast.

 

Russland sigur, at teirra herdeidir higartil hava tikið aftur tíggju búsetingar, men her veit ISW at siga, at talan er ikki um økir, sum ukrainsku herdeildirnar í Russlaandi raðfesta.

 

ISW veit at siga, at russisku mótálopini sunnanfyri og í ein útsynning úr Kornevo í Kursk hava verið í økjum, sum ukrainsku herdeildirnar ikki hava havt fult ræði yvir - ella ikki hava roynt at tikið ræðið yvir.

 

Institute for the Study of War vísir á, at tríggjar vikur eftir, at tað eydnaðist ukrainsku herdeildunum at oyðileggja tríggjar týdningarmiklar brýr um Sejm-ánna í Kursk, royna russar at byggja flótibrýr tvørtur um ánna.

 

ISW væntar, at russisku herdeildirnar, sum royna at taka økir í Kursk aftur frá ukrainska herinum, fara at møta harðari mótstøðu, tá tær koma inn í økir, har ukrainsku deildirnar eru væl mannaðar.

 

Myndin omanfyri, sum russiska verjumálaráðið eigur, vísir ein russiskan hermann, sum skjýtir eftir ukrainskum støðum í russiska Kursk-landslutinum.