Soleiðis gera vit 7.000 føroyingar glaðar

– Samstundis sum vit spara fleiri milliónir krónur

– Samstundis sum vit spara fleiri milliónir krónur

 

Støðan hjá teimum 7000 føroyingunum, sum hava gikt, er ótolandi.

 

Tað staðfestir Giktafelag Føroya í eini nýggjari áheitan á landsins myndugleikar.

 

Tey sipa til, at í løtuni er ongin serlækni í gikt í Føroyum, eftir at einasti serlækni á økinum, Pero Sore, hevur sagt upp.

 

Samstundis hevur tað verið ein afturvendandi, fíggjarlig avbjóðing, at heilivágurin verður alsamt dýrari og dýrari, serliga er tað tann nýggi, lívfrøðiligi heilivágurin, sum slær botnin undan heilsuverkinum, tí hann er so dýrur.

 

Men Giktafelagið sigur, at tað er nógv at vinna við at fáa viðurskiftini í rættlag, so at serlæknin í gikt aftur fæst til arbeiðis á Landssjúkrahúsinum.

 

– Einir 7.000 føroyingar hava gikt. Av teimum hava einir 1.500 sjúklingar tørv á ambulantari viðgerð, og hinir 5.500 sjúklingarnir hava antin havt, ella fara at hava tørv á ambulantari viðgerð.

 

– Verða sjúklingar við gikt ikki viðgjørdar nóg tíðliga, er stórur vandi fyri skerdum arbeiðsførleika og avlamni, sigur Føroya Giktafelag.

 

Sostatt verður neyðugt við enn fleiri tillagaðum størvum –tað, sum fyrr nevndist vard størv- umframt at útreiðslurnar til fyritíðarpensión fara at økjast.

 

Felagið sigur, at harafturat er tann fyrsti heilivágurin komin á marknaðin í ár, sum kann brúkast ístaðin fyri tann dýra, lívfrøðiliga heilivágin, sum í fleiri ár hevur elvt til fíggjarligar trupulleikar á Landssjúkrahúsinum.

 

– Hesi seinastu árini hava útreiðslurnar til hendan heilivágin verið um 12-14 milliónir krónur, men tann nýggi heilivágurin er eini 70 prosent bíligari, sigur Giktafelag Føroya.

 

– Sostatt ber til at spara einar 8-10 milliónir krónur um árið, bara til heilivág.  Men ein grundleggjandi fortreyt fyri hesum, er at sjúkingarnir verða eygleiddir neyvt og tað kann ikki gerast við vikarum og ráðgevarum, sum bara eru her nakrar ferðir um árið, staðfestir felagið.

 

– Fíggjarliga er tí eingin sum helst grundgeving fyri, at ein loysn ikki verður funnin á málinum, leggur Giktafelag Føroya afturat.

 

Trýst HER og les meiri um, hvussu Giktafelag Føroya metir støðuna beint nú.