Tænastukeldur í Ukraina siga, at russisk flogfør í nátt søktu at býum har eysturi í landinum og í sentralum pørtum av Ukraina, sum tað verður rópt.
Landspartaleiðarin, Dmytro Zhivitsky, sigur, at í býunum, Sumy og Okhtyrka, sum liggja eystan fyri høvuðsstaðin Kiev og nær russiska markinum, fullu bumbur í íbúðarøkjum.
Hann sigur, at her er talan um bæði deyð og særd í russisku álopunum, men eingi tøl verða nevnd.
Sambært tíðindastovuni AP raktu bumbur eisini eina oljugoymslu í Zjytomyr og grannabýin, Tsjerniakhiv, sum liggur vestan fyri høvuðsstaðin.
Borgarstjórin í Kiev-forstaðnum, Bucha, Anatol Fedoruk, sigur, at tað ber illa til at savna líkini í gøtunum, tí russisku álopini eru so áhaldandi, bæði dag og nátt.
- Hundar ríva líkini, sum liggja í gøtunum, í petti, sigur borgarstjórin í Bucha, Anatol Fedoruk, og tað er tíðindastovan NTB sum endurgevur.
##med2##