Soleiðis fyribyrgir tú vøggudeyða

- Vøggudeyði er tíbetur ógvuliga sjáldsamt. Men, viðhvørt doyggja børn óvæntað, meðan tey sova og uttan at hava verið álvarsliga sjúk ella, at nøkur sjónlig orsøk sæst.

 

Um heimasíðuna hjá Gigni, sum veitir heilsutænastur til børn og ung, fæst nú nýggj kunning um, hvussu fólk gera best til tess at fyribyrgja vøggudeyða.

 

Kunning er eisini um, hvussu foreldur gera best, so pinkubarnið ikki fær skeivan og flatan nakka. 

 

Her verður eisini víst til, at danska Heilsustýrið hevur endurnýggjað faldaran um "Fyribyrging av vøggudeyða", og mælt verður til at lesa faldaran.

 

- Vøggudeyði er tíbetur ógvuliga sjáldsamt. Men, viðhvørt doyggja børn óvæntað, meðan tey sova og uttan at hava verið álvarsliga sjúk ella av nakrari sjónligari orsøk.

 

Gigni mælir til at fylgja nøkrum góðum ráðum, sum kunnu minka munandi um vandan fyri vøggudeyða, og ráðini eru hesi:

 

*Leggið altíð barnið á ryggin at sova

 

*Mamman má ikki roykja undir barnsburði, og barnið skal ikki fáa royk í seg eftir føðing

 

*Lat ikki barnið hava tað ov heitt, tá tað svevur

 

*Pinkubørn kunnu fáa skeivt høvd og flatan nakka, um tey liggja ov nógv á rygginum

 

Í Gigni vísa tey á, at bleytu beinini í pinkubarninum verða ávirkað av, hvussu høvdið liggur á undirlagnum. Liggur barnið alla tíðina í somu støðu, kann høvdið fáa skeivt skap - ella barnið kann fáa flatan nakka.

 

- Venjið eisini barnið at liggja á búkinum, tá tað er vakið. Hetta styrkir vøddarnar í nakka og ryggi og fyribyrgir eisini fyri, at barnið fær skeivt høvd. 

 

Lagt verður aftrat, at tá barnið liggur á rygginum, hevur tað týdning at ansa eftir, at andlitið skiftandi vendir til høgru og vinstru.

 

- Hetta fyribyrgir, at bara onnur síðan á skallanum verður trýst ov nógv móti undirlagnum. 

 

Um heimasíðuna hjá Gigni kann lesast meira um fyribyrging av vøggudeyða, og her liggur eisini leinkja til endurnýggjaða faldaran hjá danska Heilsustýrinum.