Nú kunnu onnur enn strandingar og fólk í Nes kommunu, sum síggja beint yvir á Strendur, njóta vakra útsýnið av størstu bygdini í Sjóvar kommunu.
- Hetta ber nú til, tí vevmyndatól er sett upp í Heygsstøð á Strondum, og myndatólið vísir niðan í bygdina við Strandafjalli - ella Fjallinum - í bakgrundini.
Tað siga tey í Sjóvar kommunu í dag.
Tey vísa á, at í næstum fer eisini at bera til at síggja hesa vevmynd á forsíðuni á heimsíðuni hjá kommununi.
- Men, í fyrstu atløgu kunnu vevmyndir síggjast við at trýsta á leinkjuna - https://www.faroeislandslive.com/?fbclid=IwAR0vs8ns45MNaObMfw21-jM3AQeLAoG1nUKdka646h_Y6YKWiG3WBwlIads og leita eftir "Strendur".
Í Sjóvar kommunu siga tey, at vevmyndatólið er sett upp saman við Trygdartøkni, sum umsita heimasíðuna Føroyar Live.
- Á hesi síðu ber til at síggja livandi myndir úr fleiri bygdum í Føroyum, og tí kann heimasíðan eitt nú verða eitt hent amboð, tá leitað verður eftir sól ein summardag.
Føroyar Live finst eisini sum app, og appin eitur "Faroe Islands Live".
- Vit vóna, at vevmyndin av Strondum verður til gleði fyri okkara borgarar og fyri tey, sum hugsa um at vitja Strendur og annars hjá øllum teimum, sum inn ímillum ynskja at síggja livandi myndir av bygdini, siga tey í Sjóvar kommunu.