Í seinastuni er tað vórðu vanligari og vanligari, at fólk eru farin at selja matvørur av alskyns slagi, úr skápum, sum standa fram við vegnum. Talan er ofta um ymsan bakstur, konfekt, annað góðgæti, og ymiskt annað.
Men nú ger Heilsufrøðiliga Starvsstovan vart við, at hetta er ikki eftir bókini, tí høvuðsreglan er, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan skal løggilda alla matvøruframleiðslu.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan vísir eisini til matvørulógina, har tað stendur, at tað er ólógligt at selja matvørur, sum kunnu elva til sjúku ella eitran. Tað er heldur ikki lógligt at selja matvørur, sum kunnu vera dálkaðar, ella annað, sum ger, at tær óegnaðar til fólkamat.
Tað merkir, at ætlar nakar sær undir at selja bakstur, konfekt, og tílíkt, skal Heilsuufrøðiliga Starvsstovan góðkenna framleiðsluna, áðrenn farið verður undir hana.









