Á franska komsulátinum í Føroyum er flaggið vundið á hálva stovn til minnis um ræðuligu yvirgangsatsóknina á franska blaðið, Charlie Hebdo, sum kostaði tólv fólkum lívið og løstaði onnur tjúgu.
Les eisini: Franska flaggi í hálvari stong
Í Føroyum búgva eini sjey fólk, sum eru franskir ríkisborgarar, umframt at eisini eru fleiri hálvir fraklendingar í Føroyum, eitt nú børn hjá fronsku ríkisborgarunum
Trýst á pílin undir myndini og hoyr Honnu Jensen, sum er franskur konsul í Føroyum, greiða frá, hvussu hendingin í Fraklandi hevur ávirkað hennara gerandisdag
|