Men tó er sannlíkt, at ein ávís sjálvfígging verður av at lækka skattin á síðst vunnu krónuna (markskattin) millum 235.000 og 450.000 kr., tí hetta ávirkar nógvar borgarar.
Hinvegin kann tað hava negativa ávirkan á arbeiðsútboðið at hækka skattin á síðst vunnu krónuna (markskattin) millum 600.000 kr. og 800.000 kr. Samlað sæð verður tó roknað við positivari ávirkan á arbeiðsútboðið, sum alt annað líka ger skattaumskipanina bíligari.
Hinvegin verður ikki roknað við, at avgjaldsgrundarlagið broytist, tá grønu gjøldini verða hækkað. Hægri gjøld til vinnulív ávirkar bæði felagskatt og við tíðini eisini skatt av vinningsbýti. Hetta kann gera, at inntøkurnar verða yvirmettar nakað.
Roknað verður við hægri avgjaldsinntøkum, tá tøka inntøkan hjá húsarhaldunum veksur. Metingin er at skattalættin kostar um 110 mió. kr. hvørt ár, men at 10 mió. kr. koma aftur í øktum avgjøldum.
Avtøka av serskipanum ger, at kommunur við tíðini fáa vanligan skatt heldur enn endurrindan frá landinum fyri hesar serskipanir. Endurrindanin fyri serskipnir tekur støði í frádráttum tvey ár frammanundan. Tí er neyðugt at broyta lógina um endurrindan til kommunur fyri serskipanir soleiðis, at kommunurnar ikki fáa meira, meðan frádráttirnir verða avtiknir.
Grønu gjøldini eru ein útreiðsla fyri vinnulívið og ávirka tí partafelagsskattin, har partur fer til kommunurnar. Hinvegin hevur positiva ávirkanin á arbeiðsútboðið eisini ávirkan á kommunuskattin. Hóast broytingarnar í síni heild eisini ávirka kommunurnar verður ikki mett at umskipanin hevur neiliga ávirkan á inntøkurnar hjá kommunum.
Niðanfyri eru talvur, ið vísa útrokningar av grønu inntøkunum. Afturat teimum hevur umhvørvisstovan mett at 10-15 mió kr. koma frá avgjøldum á F-gassum.
Í metingini av ávirkanini á streymprísin, verður roknað við, at SEV brúkar 30 mió. l. av tungolju um árið.
##med2##
##med3##
Talvan omanfyri lýsir ymisku lutirnar í skattaumskipanini 2024-28.Umframt inntøkur frá lógaruppskotunum í skattaumskipanini, koma 10 mió. kr. frá avgjøldum á f-gass[BB1] [BB2] [BM3] [BB4] . Sí uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi (Avgjøld á f-gass og ávísar rættingar í vørunumrum og øðrum).
Lógaruppskotini, sum eru liðurí skattaumskipani, fevnir um hesi lógaruppskot:
- Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um endurgjald til kommunur vegna frádráttir og serskattaskipanir (Skattaumskipan 2024 og 2025, tillaging av endurgjaldi til kommunurnar vegna stigvísa minking av fiskiveiðifrádráttinum og avtøka av uttanlandsfrádráttinum)
- Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju (Skattaumskipan 2024 og 2025, hækking av brennioljugjaldinum)
- Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi (Skattaumskipan 2024 og 2025, hækking av punktgjøldum á brennievni og broyting av heiti)
- Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Skattaumskipan 2024 og 2025, stigvís minking av fiskimannafrádráttinum og avtøka av samdøgursfrádráttinum og uttanlandsfrádráttinum)
- Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin) (Skattaumskipan 2024 og 2025, javning av skattastiganum)
##med4##
##med5##
##med6##
















